Mynd: Katrin Kjartansdóttir
Lesarabræv
Tað er ikki eiti á lyftum nú upp undir komandi løgtingval, neyvan størri sjónleikur spældu áður. Men, men eingin er komin við eini loysn um hvussu gildið skal fíggjast.
Her hongu ikki saman!
Skulu øll arbeiða minni, og skulu øll hava meir í løn, og skulu stovnarnir hava fleiri stólar, so má peningurin koma onkrastaðni frá!
Taka meir frá privatu vinnuni sigur Javnaðarflokkurin. Hann tosar um vinnur sum hava fingið framíhjárætt. Eg meini tað!
At privata vinnan hevur avlop líkist ongum sigur Tjóðveldi.
Góðu Føroya fólk. Hugsi um hvussu gott vit hava tað í Føroyum:
Um vit gera ein samanhang – um vit gera eina globala mynd; so mást tú møta 150 000 menniskjum úti í verðini, árðenn tú møtir -tí fyrsta- sum hevur tað líka gott sum føroyingurin, líka gott sum tú hevur tað, og sum eg havi tað. Hetta er ein framíhjárættur uttan líka.
Sjálvandi er tað onkur sum trýtur, og teimum skal hond vera tikin um! Men at tosa um neyð og elendigheit í Føroyum er ikki rætt. At frásiga sær sjálvsábyrgd er so óføroyskt sum tað kann vera.
So góðu vinir, at lova sól og undanvin uppundir svartan vetur, tað kemur ikki at halda.
Tí verður hetta mítt mítt ynski: Ein sterkan vinnuflokk, og ein størri kvinnuflokk.
So verður okkum lív lagað.
Vel lista A til vali 8. des.
Katrin Kjartansdóttir
Ein sterkan Vinnuflokk, og ein størri Kvinnuflokk.
Deil á Facebook