Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2023 23:14

Ikki besti dagurin hjá føroyingunum í Íslandi

Mynd: Klæmint A. Olsen, savnsmynd (Fótbólti.net)

Sera vátt og illsligt! Soleiðis var veðrið í kvøld í Íslandi, tá ið føroyingarliðini, Víkingur Reykjavík og Breiðablik, leiktu ávíkavist á heimavølli ímóti Valur og á útivølli ímóti Keflavík.

Gunnar Vatnhamar var ikki við í hópinum hjá Víkingur Reykjavík í kvøld vegna skaða, sum hann fekk í síðsta dysti. Hann var tískil ikki førur fyri hjálpa liðfelagunum. Og tað var kanska ein av orsøkunum, at heimaliðið fyri fyrstuferð í landskappingini í ár, bæði tapti og lat meira enn eitt mál ígjøgnum. Úrslitið gjørdist ein 2-3 sigur til útiliðið Valur.

Í hinum dystinum, millum Keflavík og Breiðablik, byrjaði Klæmint A. Olsen inni fyri útiliðið, tá teir, í sera vánaligum umstøðum, við nógvum vindi og regni, leiktu 0-0 á einum tungum og ójøvnum vølli í Keflavík. Klæmint leikti allar 90 minuttirnar fyri gestirnar. Nokk tað mest umtalaða evnið í dystinum var nokk, tá Klæmint skuldi havt skorað, tá hann úr stuttari frástøðu skeyt bóltin uppum málið.

Víkingur Reykjavík er enn oddalið við 27 stigum, meðan Breiðablik nú hevur 22 stig á 2. plássið og Valur er á 3. plássið eisini við 22 stigum.

Komandi umfarð er sera spennandi, tí tá bresta Breiðablik og Víkingur Reykjavík saman. Dysturin verður leiktur fríggjadagin 2. juni.