Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.02.2023 11:28

ÍF hevði aðalfund í gjárskvøldið

Mynd: ÍF

ÍF sigur á heimasíðu síni, at fitt av fólkið var møtt til aðalfundin og at huglagið var sera gott.

Høvuðsmálið, sum var á skrá í gjár, var góðkenning av ársrokniskapinum.

ÍF, sum eitt av fáu feløgunum í Føroyum, hevði nevndarval í heyst, soleiðis at ein møgulig nýggj nevnd, kundi verða tilreiðar at fyrireika eitt komandi kappingarár frá heilt frá byrjan.

Hetta er avgjørt ein leistur, ið fleiri fótbóltsfeløg áttu at tikið til sín.

Høvuðsmálið í gjárkvøldið var framløga og góðkenning av roknskaparárinum fyri 2022.

Á fundinum vóru eisini frágreiðingar frá formonnunum; Georges Rouah í høvuðsnevndini, og Jonn S. Thomsen í ungdómsnevndini. Teir báðir greiddu frá, um hvussu árið í fjør hilnaðist, og hvat ætlanir eru fyri framman hjá felaganum.

Síðani legði Magnus Jørmundsson, sum er bókhaldari felagsins, roknskapin fram, sum vísti eitt úrslit á góðar 550.000,- kr í yvirskotið. Eitt úrslit, sum má at vera gott, eftir at felagið hevur leikt eitt ár í 1. Deild, samstundis sum at stuðulin frá FSF er lægri hesuferð enn áður.