Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2023 14:42

ÍF er føroyameistari í flogbólti fyri dreingir 16

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

ÍF-SÍ: 3-0 (25-14, 26-24, 27-25)

FM-finalu vikuskifti fyri yngru liðini í flogbólti á Tvøroyri heldur áfram í dag, og dagsins fyrsti dystur er nú leiktur. 

Dreingir 16 hjá ÍF eru júst vorðnir føroyameistarar. Fyrst í mars vunnu hesir dreingirnir eisini steypafinaluna ímóti Ternuni, og harvið kann ÍF kalla seg greipuvinnarar.

Liðið úr Fuglafirði leikti finalu ímóti SÍ og vóru greitt omaná og vunnu 3-0, hóast 2. og 3. sett vóru rættuliga tøtt.

ÍF hevur í ár valt at lata hesar ungu dreingirnar fáa munandi leiktíð á besta liðnum hjá ÍF í Føroya Tele deildini, og hetta sást aftur í dystinum í dag, har ÍF ongan iva lat vera um, at teir vóru betra liðið.

Á liðnum hjá SÍ leikti Eydna Henriksen, sum veruliga legði trýst á ÍF liðið við sínum góðu servum – serliga í 2. settið og sum hevari megnaði hon at fáa tað besta burturúr Matheo Eystberg og Róar í Haraldstovu í álopspartinum hjá SÍ.

Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Ilic og dagsins leikari fyri SÍ varð Matheo Eystberg.