Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2026 22:04

Ida Lykke Kannuberg virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi

Mynd: Folkakirkjan

Fólkakirkjan

Á felags kirkjuráðsfundi 4. juni innstillaðu kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi Idu Lykke Kannuberg til virkandi sóknarprest.

Ida verður sostatt virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í august, september og oktober, nú sóknarpresturin Jonhard Jógvansson fer í lestrarfarloyvi. Skipanin innan fólkakirkjuna leggur upp til, at tveir sóknarprestar kunnu fara í farloyvi um árið við lestri í hyggju.

Ida Lykke Kannuberg er ættað úr Vinde Helsinge á Vestursælandi. Hon tók prógv sum gudfrøðingur á universitetinum í Keypmannahavn í 2021. Ida hevur m.a. starvast sum prestur í Diakonissestiftelsen í Frederiksberg. Ida er gift við Tummasi, tey búgva í løtuni í Leirvík og tey eiga eina dóttir.

Ætlandi verður Ida innsett undir gudstænastuni í Eiðis kirkju 2. august kl. 11.00.