Mynd: Losjan Glotti
Tað eru gott 11 ár síðani at vit byrjaðu aftur at dansa fríggjakvøld í Losjuni í Gøtu. Dansað verður til dansibandstónleik og “Upp á Tá” útvarpssendingina.
Hetta tiltak er eitt gott sosialt tiltak har serliga miðaldrandi fólk, ið dáma væl at dansa, møtast.
Tiltakið byrjar kl. 22 og dansað verður til kl. 01. Eisini er kaffi og søtt afturvið at fáa.
Tað eru nøkur, ið skiftast at velja tónleikin, og í kvøld er tað Samuel Jørmundsson.
Kostnaður 50 kr.
Sí facebookbólkin: “Dansur í Losjuni í Gøtu”. https://www.facebook.com/groups/259607507413312/
Deil á Facebook