Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2023 18:13

Í Gøtu dansa tey á kyndilsmessu

Mynd: Savnsmynd

Gøtu er ein kyndilsmessu bygd og gamalt var, at hava dans og sjónleik hesa tíðina, og soleiðis verður tað eisini hesuferð.

Losjan Glotti í Gøtu boðar frá, at kyndilsmessudansur verður í Víkingahúsinum í Norðragøtu nú fríggjakvøldið 3. februar frá 22.30.

Tá verður skipa fyri dansi, og aftaná verður kaffi og okkurt gott afturvið. Møguliga verður onkur vísa kvøðin eisini.

So tað er at pussa sær dansiskógvarnar til fríggjakvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Kostnaður 50kr.