Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2023 09:38

Í dag er Jógvan úti við nýggjari heildarútgávu

Mynd: Bruno Mikael Eysturstein

Tíðindaskriv

Útgávan ber heitið ‘Tøgn’ og inniheldur 9 føroysk løg, sum Jógvan sjálvur hevur sett orð og lag til. Hann hevur arbeitt saman við Tróndur Bogason, sum hevur framleitt útgávuna, og øđrum føroyskum tónlistafólki, eitt nú Torleik Mortensen, Jónas Bloch Danielsen, KATA, Andras Spang Olsen, Andreas Restorff og Jan Rúna Poulsen, ið hava ríka um tónleikin, og skapt tað ljóðmynd, sum Jógvan hevur droymt um frá byrjan av.

Soleiðis forklárar Jógvan um útgávuna:

Tónleikurin trívur í føroyska siðvenju, m.a. við stevi og kvæða kendum løgum, men eisini við tilsipingum til nýggjari, fólkslig rák, sum t.d. tann tónleikin sjómenn høvdu við sær úr stóru verð í seinnu helvt av farnu øld, og annað tílíkt, sum hevur verið partur av tónleikaumhvørvinum til føroyska samfelagið í nógv áratíggju. Alt hetta, er sett inn í ein nýggjan tónlistarligan ham, har akustisk ljóðføri, strúkarar og atmosferur ganga hond í hond. Hornorkestur-slagverk, brúsandi hav, kirkjuorgul, gospel kór og larmandi maskinur hvørt um annað.

Hoyr útgávuna her: https://bfan.link/togn

Saman við heildarútgávuni hevur Jógvan eisini útgivið eitt sjónbandalag til lagið ‘’Angist’’, har sjónleikarin Meinhard St John setur úttrýkk á hesa kenslu.

Hygg eftir sjónbandalagnum her: