Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.02.2024 13:38

Hwarang Føroyar til Taekwondo kapping í Danmark

Tíðindaskriv

Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, hevur veri til kapping í Danmark í vikuskiftinum. Esbjerg Cup 2024 var á skránni og 19 fólk, harav 10 íðkarar, vóru við í føroyska ferðalagnum. 

Hwarang Føroyar luttóku bæði í Dysti og Pomse(Teknik)

Føroyingarnir vunnu tvær gull, tvær silvur og tvær bronsur í dysti, og í poomse bleiv tað til tvey finalu pláss í einstaklingum, men ikki heiðursmerki. Íðkarnar hjá Hwarang Føroyar, mugu av landinum fyri at sleppa at dystast og tíðskil er hesin túrur sera mennandi og læruríkur.

Føroysku heiðursmerki í dysti í Esbjerg Cup 2024:

Jónar Kristiansson Poulsen vann gull í bólkinum – 41 kg børn

Mathias Gabrielsen vann gull í bólkinum – 80 kg senior

Artur Helgason Højgaard vann silvur í bólkinun – 63 kg junior

Boas Hansen vann silvur í bólkinum – 55 kg junior

Stefan Saviour vann bronsu í bólkinum – 49 kg cadet

Emily Troleis vann bronsu í bólkinum – 52 kg junior

Hinir í luttóku í dysti vóru:
Ádam Højgaard luttók í bólkinum -30 kg børn

Jerrold Balagasay lúttók í bólkinum -37 kg junior

I Poomse (teknik) er kapping í einstaklingum og synkron.
Í einstaklingum lutttóku Boas Arge, Helena Elvadóttir Joensen, Emily Philbrow Troleis og Benjamin Dam.

Boas Arge og Emily Philbrow Troleis komu í finaluna, men tað rakk ikki til heiðursmerkir hesaferð.

Í synkron luttóku Boas Arge og Helena Elvadóttir Joensen.