Eysturoyarliðini, NSÍ og Víkingur, eru í pottinum, tá ið lutakastið í Conference League verður kl. 17.00 seinnapartin niðri í Nyon í Sveits.
Tað er tó longu greitt nú hvørjum møguligum liðum tey bæði kunnu koma at møta.
NSÍ skal møta einum av hesum liðunum:
KF Shkëndija (Norðurmakedónia)
Linfield FC (Norðurírland)
Hamrun Spartans FC (Malta)
KF Vllaznia (Albania)
La Fiorita 1967 (San Marino)
FC Santa Coloma (Andorra)
Meðan Víkingur skal møta einum av hesum liðunum:
Ilves Tampere (Finnland)
Bohemian FC (Írland)
Stjarnan (Ísland)
Glentoran FC (Norðurírland)
Caernarfon Town FC (Wales)
