Sunda kommuna
Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi.
Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 14. – 23. september 2023.
Øll kunnu senda uppskot
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2023. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.
Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan hósdagin 31. august kl. 12.00
Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.
Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.
Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:
- 2022 Stakkurin
- 2021 Sofus Debes Johannesen
- 2019 Andrass Midjord
- 2018 Edmund Joensen
- 2017 Leguhúsið í Nesvík
- 2016 Hósvíkar róðrarfelag
- 2015 Nicolina av Kamarinum
- 2014 Johannes Johannesen
- 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
- 2012 Asfinn Sigvardsen
- 2011 Esmar Dahl