Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2023 13:04

Hvítusunnudagur á Útivikuni 2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í dag, hvítusunnudag 28. mai, er ein gongutúrur eftir fjallatindum av Skála til Strendur á skrá fyri Útivikuna. Eisini er seinasti møguleiki at royna Saunagosið í bátahylinum í Heygstøð.

Skráin fyri Hvítusunnudag 28. mai: 

Kl. 09:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 14:00: Gongutúrur eftir fjallatindum av Skála til Strendur
Møtast við bygdahúsið á Strondum kl. 14, har bussur koyrir øll inn til Gjógvará á Skála.
Frá Gjógvará verður farið til gongu eftir varðagøtuni niðan á Selatraðskarð.
Frá Selatraðskarði verður farið upp á Slættafelli, og síðani verður gingið eftir fjallatindunum út á Strandafjall.
Havið matpakka við, sum verður notin, tá túrurin er komin í helvt.
Túrurin tekur uml. 4 tímar, og er ein miðal harður fjallatúrur.