Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2022 22:03

Hvat ætlar Landsverk við Fuglfjarðavegnum?

Mynd: Eyðun á Lakjuni

Lesarabræv

Tá ið tú koyrir út eftir Kambsdali og sært bilarnar krosskasta runt um øll holini í vegnum, ja so minnir tað ikki sørt um, tá ið eg plagdi at sita og hyggja eftir Ingemar Stenmark, tá ið hann í sínum allarbesta slalomstíli fór rúkandi eftir skíðbrekkuni. Ert tú bara eitt lítið sindur góður við bilin hjá tær, verður tú annaðhvørt noyddur at seta fartin niður á 30 km/t, ella gera sum Ingemar og royna at kryssa sum frægast millum allar forðingarnar.

Vegurin ímillum Norðagøtu og Fuglafjørð er nú í so ringum standi, at okkurt má gerast við hann beinanvegin. Eg má ganga út frá, at tey á Landverki vita um skilið. Eg veit, at okkara kommuna í fleiri umførum hevur gjørt vart við stóra trupuleikan, men tað sær tíverri ikki út at hjálpa.

Flestum kunnigt er stórt virksemi í Fuglafirði, og ferðslan er øgilig eftir landavegnum. Vit plaga at siga, at í kommununi eru eini túsund arbeiðspláss, og nógvir fuglfirðingar arbeiða eisini aðrar staðir. Hvønn morgun koma millum 600 og 700 næmingar inn í kommununa uttanífrá í skúla, og roknað út upp á eitt ár man tað fara at nærkast teimum 100.000 tonsunum av slógvi, fóðri, fiski og aðrari vøru, sum fer til og frá eftir vegnum. So ferðslan er bæði nógv og tung.

Nú kenni eg ikki beinleiðis til fíggjarstøðuna hjá Landsverki, men eg kann ikki trúgva annað, enn at tit máttu kunnað funnið so mikið av asfalti onkustaðni, so at – um tit ikki klára at asfaltera alt av nýggjum – í ringasta føri kláraðu at lappa vegin so mikið, at tað var koyrandi eftir honum. Og til landspolitikkararnar vil eg siga, at hóast tit raðfesta nýggjar tunnlar fram um alt annað, so verða tit kortini eisini noyddir at seta pening av til at halda okkara verandi vegakervi viðlíka.

Vandin við slalomkoyringini eftir vegnum millum Fuglafjørð og Norðagøtu er stórur, so vónandi fær Landsverk bøtt upp á hetta í nærmastu framtíð.

Eyðun á Lakjuni, býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu