Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2022 19:34

Hugnaløta fyri Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen

Mynd: Eysturkommuna

Herfyri var hugnaløta í samband við at Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen fór frá sum leiðari á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv, nú hon stutt síðan fylti 70 ár. Hon hevur arbeitt á Gjáa í 15 ár, og harav hevur hon verið leiðari seinastu 11 árini.

Frá handilsvirksemi til námsfrøði

Dagbjørt hevur fingist við handil stóran part av lívinum, áðrenn hon leyp út í námsfrøðina. Foreldrini høvdu handil í Valhøll í Syðrugøtu. Longu sum 15-16 ára gomul var hon handilsleiðari, og seinni hevur hon eisini yvirtikið handilsvirksemi. Men tá vanligir handlar byrjaðu at hava opið langt út á kvøldarnar og arbeiðsdagarnir longdust, tóku Dagbjørt avgerð um at selja handilin og royna okkurt nýtt. 

Møguleikin at lesa námsfrøði sum fjarlestur á netinum stakk seg upp í 2004, og Dagbjørt søkti saman við 7 øðrum inn at lesa. Hon minnist, at hon søkti ein sunnudag, fekk svar týsdag og skuldi byrja fríggjadag, so alt hendi innan stutta tíð. Hesa tíðina ferðaðust tey 10 ferðir um árið til Danmarkar í skúlaørindum, meðan Dagbjørt eisini arbeiddi á eldrasambýlinum Gøtubrá við síðunar av lesnaðinum. Í 2007 fekk hon prógvið sum námsfrøðingur, 55 ára gomul.

Sama ár byrjaði hon í starvi sum námsfrøðingur á dagstovninum við Gøtugjógv, sum í 2010 fekk navnið Gjái. Í 2010 varð hon sett sum fyribils leiðari, og tá leiðarastarvið varð lýst leyst, valdi hon at søkja. Tann 1. august 2011 varð hon sett sum fastur leiðari á dagstovninum.

Hevur uppbygt ein serstakan námsfrøðiligan arbeiðshátt

Síðan hon byrjaði sum leiðari, hevur hon saman við starvsfólkunum á Gjáa uppbygt ein føroyskan námsfrøðiligan arbeiðshátt við íblástri úr Reggio Emilia hugsanini. Hendan tekur støði í barninum, nærumhvørvinum og samfelagnum, vit liva í.

Hesin arbeiðshátturin tekur atlit til, at ymisk børn læra á ymsan hátt, og hugsar tí tað kreativa inn í føroyska mentan. Børnini læra um søgu, mentan og náttúrðu á ítøkiligan hátt – við at fara á fjall, síggja hvussu man hagreiðir havhest, læra um gestablídni, spæla jólaevangeliið sum krubbuspæl og fara út við smákøkum til einligar pensjónistar í kommununi. Og so fara tey út at síggja alt tað mentanarliga og søguliga í Gøtu fyri at styrkja staðbundna samleikan.

Við hesum verður arbeitt við at styrkja um kreativu evnini hjá børnunum við ymsum innlæringshættum – við tónleiki, drama og handaligum arbeiði – við støði í umhvørvinum, vit liva í.

Starvsfólkini hava bakka væl upp um hendan arbeiðsháttin, sigur Dagbjørt. Ígjøgnum árið fara børnini ígjøgnum 6 grundarsteinar: 

  1. Sosialur førleiki (juli/august)
  2. Kroppur og rørsla (september/oktober)
  3. Mentanarligir úttrykkshættir og virði (november/december)
  4. Mál (januar/februar)
  5. Náttúran og náttúrufyribrygdir (mars/apríl)
  6. Barnsins persónliga fjølbroytta menning (mai/juni)

Hvørt ár vitja læraraskúlanæmingar og starvsfólk frá øðrum dagstovnum Gjáa fyri at fregnast um arbeiðsháttin, ið hevur eydnast serstakliga væl, fortelur Dagbjørt. 

Seinastu árini hava Dagbjørt og starvsfólkini á Gjáa eisini verið við í tilgongdini at tekna nýggja dagstovnin við Gøtugjógv, ið verður liðugur komandi ár. Tey settu eitt nú sum ynski, at allar stovurnar skulu síggja út á Gøtuvík, tí tey arbeiða nógv við náttúruni, at fara væl um skapanarverkið og at virða tað vakra í náttúruni.

Tann 12. oktober fylti Dagbjørt 70 ár, og í hesum sambandi fór hon úr starvinum tann 1. november. Hon leggur dent á, at hon er takksom fyri tíðina, hon hevur havt sum leiðari á Gjáa. Rannvá Reginsdóttir Hentze, ið hevur verið varaleiðari á Gjáa síðan 2017, er sett sum nýggjur leiðari á dagstovninum.