Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.05.2023 14:35

Hósdagur á Útivikuni 2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Aftur í dag, hósdagin 25. mai, er nógv ymiskt á skránni á Útivikuni.

Veðurforsøgnin fyri dagin er tolulig – tað verður turt fyri tað mesta, og vindstyrkin verður millum 10-14 m/sek. Vit lata tó ikki veðrið forða okkum, men heita heldur á tykkum, at lata tykkum í eftir veðrinum.

Skráin fyri hósdagin 25. mai:

Kl. 11:00: Trillitúrur úr Strandatúni út til Urtahavan
Hósmorgunin eru allar mammur, pápar og onnur avvarðandi vælkomin við børnum og barnavognum ein trillitúr. Vit byrja við bussskýlið niðan fyri Stranda skúla og ganga út til Urtahavan.
Í Urtahavanum bjóða vit tykkum inn til hugna, har vit borðreiða við kaffi og te við onkrum afturvið. Børnini fáa eisini okkurt leskiligt.

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni 
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 18:00: Grilling við Lítlafløtt – hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla
So er tað í kvøld kl. 18.00, at stóri grilldagurin á Útivikuni 2022 er á skránni.
Hetta plagar at verða eitt sera hugnaligt tiltak, og um veðrið háttar seg sum tey veđurkønu hava lovađ, skuldi einki verði til hindurs fyri at vit, eisini í dag, fáa eina góða og hugnaliga løtu.
Grillirnar verða heitar kl. 18.00.
Hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla, eta og drekka.
Uml. kl. 18.30 skipa juniorar fyri spølum á vøllinum, sum eisini plagar at verða sera stuttligt.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Fótbóltur fyri menn á vøllinum við bygdahúsið
Allir menn, royndir sum óroyndir, er vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið og síðan spæla vit dyst/dystir.
Aldursmark: 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður fari inn í bygdahúsið til hugna og quiz, har eisini dagsins fótbóltsspælari verður valdur