Fótbóltssamband Føroya
Føroyska U15-landsliðið við gentum slapp veruliga at royna seg í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava
——————
Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroysku U15-gentunum, sum farnu dagarnar hava tikið lut í Baltic Cup, ið hesaferð varð spælt í Bristonas í Litava.
Føroyar taptu allar tríggjar dystirnar, og endaðu á fjórða plássi í kappingini. Ímóti Estlandi taptu Føroyar 5-0, meðan annar dysturin í kappingini endaði við einum teprum 3-2 tapi fyri Lettlandi. Føroysku málskjúttarnir vóru Heiðrum Leo Vang og Ida Müller.
Í triðja dystinum var lítið og einki, ið eydnaðist okkara gentum, og tá dómarin floytaði av stóð 11-1 til Litava á máltalvuni. Einsamalla málið hjá Føroyum gjørdi Rebekka Skoradal.
– Sum heild eru vit rímuliga væl nøgd við tað, sum genturnar hava víst í kappingini. Hjá teimum flestu var hetta fyrstu ferð, at tær royndu seg í altjóða høpi og at spæla á grasi. Men hetta hevur givið teimum virðismiklar royndir og eina góða fatan av, hvat krevst, tá spælt verður ímóti øðrum londum.
– Leikferðin í dystunum var væl hægri, enn tær eru vanar við, og tað er nakað, sum genturnar kunnu taka við sær. Samstundis hava vit fingið ábendingar um, hvørji øki vit skulu arbeiða víðari við, sigur Jákup Mortensen, ið stendur á odda fyri U15-landsliðnum við gentum.
Jákup leggur afturat, at umframt sjálvar dystirnar, bleiv dentur eisini lagdur á, at hetta skuldi vera eitt læruríkt umhvørvi. Genturnar hava verið virknar í eftirmetingunum, har tær sjálvar hava greinað støður úr dystunum og sett orð á sínar upplivingar.
– Tað er ein týdningarmikil partur av menningini, og nakað, sum vit meta gevur teimum nógv at byggja víðari á, sigur Jákup Mortensen við heimasíðuna hjá FSF.
Næst á skránni hjá U15-gentunum er UEFA menningarkapping, sum verður á Malta frá 12. til 20. oktobur. Tá vera mótstøðulondini Malta, Estland og Kosovo.
