Fótbóltssamband Føroya
Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum frá 29. mars til 8. apríl skal til EM undankapping í Moldova.
Moldova, Kýpros og Estland vera mótstøðulondini, tá U19 landsliðið við gentum seinni í hesum mánaðinum fer tl Moldova, har EM undankapping er á skránni.
Ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 29. mars, og genturnar eru heima aftur týsdagin 8. apríl. Dystardagarnir eru 1. apríl (Føroyar – Moldova), 4. apríl (Føroyar – Kýpros) og 7. apríl (Estland – Føroyar). Allar dagarnar er avspark klokkan 13:00 lokala tíð, sum er klokkan 11:00 føroyska tíð.
Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og hann hevur nú kunngjørt tær 18, ið eru úttiknar til EM kappingina í Moldova.
Hópurin
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Borghild Debes Dánialsdóttir, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Lisa Haraldsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Vár Johannessen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Birita Mohr, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF
Jakobina Bergsdóttir, Skála ÍF
Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring