Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.07.2026 10:44

Hópurin til Baltic Cup úttikin

Í døgunum 18. til 26. august verður árliga Baltic Cup fyri U15-landslið við gentum á skránni - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Jákup Mortensen, ið stendur á odda fyri U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2026, sum verður í Litava 18. til 26. august

——————

Fyrst bíðar Estland, síðani Lettland, og at enda vertstjóðin Litava. Soleiðis sær dystaskráin út, tá føroyska U15-landsliðið við gentum í døgunum 18. til 26. august fer til Baltic Cup.

Allir dystirnir hjá føroyska liðnum verða spældir á Birstonas Sport Center Stadium, sum liggur í býnum Birštonas, umleið 40 kilometrar sunnan fyri litaviska høvuðsstaðin, Kaunas.

Venjaratoymið við Jákupi Mortensen á odda og hjálparvenjaranum, Báru Skaale Klakstein, hevur nú sett navn á tær 18, sum eru úttiknar til kappingina. Og við fýra spælarum í part eiga 07 Vestur og B36 flestar í hópinum hesaferð.

Hópurin
Amalia Høgnadóttir, 07 Vestur
Emma Sigtórsdóttir Petersen, 07 Vestur
Inga Josefina Selfoss, 07 Vestur
Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur
Heiðrun Leo Vang, B36
Jóhanna Rúnadóttur Hvannastein, B36
Katrin Daniella Sunnleifsdóttir Olsen, B36
Maria Jacobsen, B36
Davia Hilda Oskarsdóttir, B71
Jastrid P. Simonsen, HB
Vióla Levisdóttir Hanssen, HB
Eleonora Emilie Ánike Lambaa, ÍF
Emma Feilberg, ÍF
Gunhild Arge Joensen, KÍ
Ida Müller, KÍ
Rebekka Skoradal, Skála ÍF
Anna Sofía Leivsdóttir, Víkingur
Karin Hentze, Víkingur

Dystaskráin
20. aug. Estland – Føroyar (10:00)
22. aug. Lettland – Føroyar (10:00)
25. aug. Føroyar – Litava (15:00)