Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2024 12:34

Hópurin móti Montenegro og Andorra úttikin

Fríggjadagin 12. juli skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Signe Pries Andersen hevur úttikið 22 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra, sum vera ávikavist á heimavølli 12. juli og útivølli 16. juli.

Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi EM-undankapping. Fyrri dysturin verður á heimavølli fríggjadagin 12. juli, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli, og seinni dysturin er á útivølli móti Andorra týsdagin 16. juli.

Av teimum 22, ið landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen hevur boðsent til komandi uppgávur, er ein, ið ikki hevur verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um Onnu Carolinu Brændstrup, ið spælir fyri HB Køge í Danmark.

Anna Carolina er tó ikki heilt ókend í føroyskum landsliðshøpi. Hon er skrásett fyri sjey U19 dystir fyri Føroyar, og hevur skorað fýra mál.

Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Undan síðstu dystunum í bólkinum eru Montenegro og Grikkaland fremst við 10 stigum í part. Føroyar eru nummar 3 við trimum stigum, og aftast er Andorra við ongum stigi.