60 Tjaldursleikarar vandu saman við 10 landsliðsleikarum.
Sunnudagin á eystanstevnuni fekk Tjaldri vitjan av 10 A-landsliðsleikarum sum vandu ungu leikararnar.
Genturnar løgdu fyri klokkan 14, tá Lív og Vár Zachariasen, Maria Nólsoy, Lív Poulsen og Súna Krossteig Hansen stóðu fyri venjingini.
Teir fimm, Bjarni í Selvindi, Kjartan Johansen, Rói á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Allan Norðberg, sum allir júst eru heimkomnir eftir at hava leikt tveir landsdystir móti Japan í Japan, tóku sær av venjingini.
Eftir venjingarnar vórðu myndir tiknar og landsliðsleikararnir skrivaðu autografar, meðan foreldur fingu sær kaffi.
Og stóra takk til HSF Hondbóltssamband Føroya
Hondbóltsfelagið Tjaldur
Deil á Facebook