Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.01.2023 13:44

Holið hjá Tobba

Myndir: Eysturoyarportalurin

Arbeiðið við nýggju svimjihøllini við Løkin gongur væl. Hetta sigur borgarstjórin Torbjørn Jacobsen við Eysturoyarportalin í dag.

Tað er nógv virksemið á økinum í løtuni, har menn arbeiða við stóru byggiætlanini at byggja eina svimjihøll við einum stórum og nýmótans svimjihyli. Endin av gomlu ítróttarhøllini er tikin niður fyri tíð síðani, og nú verður arbeitt við at gravað eitt sera stórt og djúpt hol til sjálvan svimjihylin, sum skal verða 4 metur djúpur í øðrum endanum.

Tað er Kanjon sum stendur fyri arbeiðinum, og eftir ætlan skal svimjihylurin standa klárur at brúka í februar 2025.