Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.01.2024 11:42

HM-lutakast leygardagin

Przemsylaw URBANIAK, Vilhelm POULSEN, Kamil SYPRZAK and Teis Horn RASMUSSEN, Poland vs Faroe Islands, Men's EHF EURO 2024 Germany, Berlin, Germany, 15.01.2024, Mandatory Credit © Axel Heimken / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Komandi leygardag, tann 27. januar, verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður kl. 12.00.

Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum koma at avgerða hvørji europeisk lond koma víðari til HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noregi og Kroatia.

Londini eru styrkismett soleiðis:

Pottur 1:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.

Pottur 2:
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.