Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2023 09:30

Heykur og Rankin landa í dag

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Heykur og Rankin, sum hava partrola eystanfyri, landa í dag til Faroe Origin í Runavík.

Teir hava fiskað gott 220.000 pund, har meginparturin av veiðuni er upsi, tó er nakað av hýsu, havtasku og hvítingi eisini uppi í.

Teir byrjaðu túrin 11. mars.