Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.12.2022 11:23

Hetta vil Fólkaflokkurin, Aksel (Løgtingsval 2022)

Mynd: Beinir Johannesen

Lesarabræv

Nú fýra dagar eru til val, og valstríðið er í hæddini, so vil formaðurin í Javnaðarflokkinum nú brádliga vita, hvat Fólkaflokkurin vil. Tí vil eg fegin greiða frá!

Tað fyrsta Fólkaflokkurin vil fremja, um vit koma til valdið, er at lætta um fíggjarliga hjá borgarum í landinum. Eisini skulu vit gera tað soleiðis, at fólk skulu tíma at taka eitt eyka tak, uttan at verða revsaði í skatti.

Vit vilja geva vinnulívinum – bæði størri og smærri – áræði at brúka sítt ágrýtni dagliga. Vit mugu geva vinnuni góðar og støðugar karmar, so hon er kappingarfør við allan útheimin. Tað er av serliga stórum týdningi í hesum døgum.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tað er ikki rætt, sum valevnir hjá Fólkaflokkinum hava borið fram, at hansara flokkur ynskir at niðurleggja ein part av flotanum fyri at spara olju.

Men tá eitt valevni, ið eisini er næstvalda tingfólk fyri flokkin, hevur borið hetta hugskotið fram, so er tað ikki løgið, at tað er myndin ein fær.

Antin má hetta vera boðskapurin, ella er tað innanhýsis ósemja um hetta málið hjá Javnaðarflokkinum.

Um formaðurin í Javnaðarflokkinum ynskir at vita meir, so kann hann lesa alla valskránna her: https://folkaflokkurin.fo/news/valskrain-logtingsvalid-2022/

Gott val!

Beinir Johannesen

formaður