Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Í komandi viku fara danskar og bretskar serdeildir at hava eina venjing í Vestmannasundi og har nærhendis. Venjingin ber heitið Lion Protector og tað er norðurevropeiska verjusamstarvið JEF (Joint Expeditionary Force), sum skipar venjingarnar í samstarvi við føroyskar myndugleikar. JEF er verjusamstarv undir bretskari leiðslu, har úrvald NATO lond kunnu handfara hernaðarligar støður í Norðurevropa og á norðurleiðum.
Venjingin er samstundis partur av Arctic Endurance, ið er eitt NATO átak undir danskari leiðslu. Endamálið við Arctic Endurance er at styrkja hjáveruna hjá NATO í Arktis og á norðurleiðunum. At styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark, og onnur sameind, varð umrøtt á fundi millum danska verjumálaráðharran og landsstýrismannin í august í ár. Átøkini verða samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar.
Endamálið við hesi venjingini er at royna m.a. bjargingarstøður og samstarvið millum luttakandi partar, herímillum Vørn, sum luttekur í venjingini sum føroyskur myndugleiki.
Venjingar sum hesar styrkja um førleikarnar og tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.
Venjingarnar byrja í seinnu helvt av september og halda á fram til fyrst í oktober.
Í sambandi við venjingina eru partar av havnarlagnum í Vestmanna frámerktir eftir avtalu við kommununa.
Á fundi við Løgtingsins uttanlandsnevnd í morgun hevur landsstýrismaðurin greitt nevndini frá um venjingarnar.