Íverksetarahúsið
Ávirkari sum vinnuvegur er yvirskiftin á Ársins Íverksetaradegi hjá Íverksetarahúsinum, ið verður hildin í Løkshøll í Runavík hósdagin 31. oktobur 2024 frá kl. 13.00 til 16.00.
Í ár heldur Anders Hemmingsen høvuðsfyrilesturin. Anders er danskur ávirkari og maðurin, sum hevur ein av best umtóktu Instagram-vangunum í Danmark.
Hann fer at geva okkum eitt forkunnugt innlit í sína arbeiðsgongd, og um sína ferð frá 0 til yvir 1.8 millónir fylgarar á Instagram, Facebook og TikTok.
Við sær hevur Anders sín starvsfelaga Marie Johanne Bavnhøj, ið fer at greiða frá handilssligu møguleikunum og teimum strategisku avgerðunum, sum tey dagliga mugu taka í sambandi við raksturin av vanganum Andershemmingsen.
Anders og Marie fara at deila sínar royndir við ”influencer marketing”, og hvussu tey hava ment eitt sterkt vørumerki, og hvat skal til fyri at vaksa seg stóran á sosialu miðlunum.
Umframt Anders og Marie, fara kvinnurnar Cecilia Nolsøe Sørensen og Sølva J. Joensen at greiða frá um sínar vangar. Eisini fer Rókur J. Jakobsen, sum er stjóri í fyritøkuni VIRKA, at hava eina framløgu um, hvussu VIRKA brúkar ávirkarar.
Dagurin endar við at Aksel V. Johannesen, løgmaður, avdúkar Ársins Íverkseta 2024.
Eftir handanina bjóðar Íverksetarahúsið til netverkan og ábit.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Tó er neyðugt at tekna seg á:
SKRÁ: Ársins Íverksetaradagur 2024
13.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin
13.05 Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setur dagin
13.15 Rókur J. Jacobsen, stjóri í Virka
– Virka ávirkara?
Okkara royndir við ávirkarum í marknaðarføring
13.30 Sølva J. Joensen, ávirkari @SOLVA
– stovnari av vanganum SOLVA
13.45 Cecilia Nolsøe Sørensen, ávirkari @fíggjarligtfraelsi
– stovnari av vanganum Fíggjarligtfrælsi
14.00 Steðgur við kaffi og onkrum søtum
14.20 Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
– Undangróður
14.30 Anders Hemmingsen, ávirkari @andershemmingsendk og
Marie J. Bavnhøj, head of influencer marketing
– Fra bogholder til influencer
15.10 Ársins Íverkseti 2024 verður avdúkaður
– Løgmaður, Aksel V. Johannesen, handar Granan til Ársins Íverkseta 2024
15.30 Íverksetarahúsið takkar fyri dagin og bjóðar til netverkan og ábit
Deil á Facebook