Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.08.2023 11:34

Hending í Leirvík í nátt

Mynd: savnsmynd

Ein hending var í Leirvík í gjár.

Løgreglan er fáorða um hendingina, men hevur sent fjølmiðlunum stuttorða kunningarskriv.

–Føroya Politi fær nógvar spurningar frá fjølmiðlunum um, hví so nógvir politistar vóru til staðar í Leirvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað einasta, politiið kann upplýsa í hesum málinum, er, at hetta var í sambandi við eina fráboðan, sum politiið fekk í gjárkvøldiðkl. 2038. Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun. Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum til málið.

Eygnavitni sum Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við siga, at tað byrjaði seinnapartin í gjár, tá ein maður hótti við at skjóta við byrsu. Hetta var miðskeiðis í bygdini.

Løgreglan kom mannsterk á staðið um 20.30 tíðina, við 10-20 alvápnaður løgreglumonnum, og vóru boð givin til bygdarfólkið í Leirvík um at sløkkja ljósið, steingja hurðina og krógva seg innandura. Eisini vóru vegin stongdir.

Eina løtun var ivi um hvar maðurin var, og tískil vóru løgreglan at síggja ymsastaðni runt í bygdini. Men sum skilst, so var maðurin handtikin, uttan nakran dramatikk, tíðliga í morgun.