Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2023 13:11

Helst størsta skot fyri bógvin hjá framtíð Føroya nakrantíð!

Mynd: Terji B. Vestergaard, Býráðslimur og formaður í Vinnu og Havnanevndini í Runavíkar býráð

Lesarabræv

Ein er tíðin at tiga og onnur at tala!

Í allari tokuni av harra ella frú tingmaður ella tingkvinna og tingfólk, liggur eitt mál, sum verður tagt burtur í hesum døgum.

Hetta málið er ikki hvat sum helst, men eitt týdningarmikið mál fyri framtíðarmenning Føroya og tilgongdina til einar frælsari og sjálvbjargnari Føroyar.

Málið snýr seg heilt einfalt um, at man tekur kvørkratak á allari liðugtvøruframleiðslu hjá føroysku alivinnuni.

Eg eri ikki vanur at úttala meg um slík mál alment, men eg kenni meg noyddan at úttala meg og tað hvassliga, ikki bert sum formann í Vinnu og havnarnevndini og býráðslim í Runavíkar kommunu, men eisini sum borgara í hesum landi, tá eg meti at stór virðir eru uppá spæl.

Í hesum føri, er eisini talan um virðistap, sum koma at raka serstakliga hart á Skálafjørðinum, sum m.a. er partvís økið ið eg eri valdur kommunalt at umboða.

Tað kann tykjast mær sum ein undrunarverd útlíkning, at man hækkar lániloftið hjá kommunum yvir ein kamb, samstundis sum man leggur eftir inntøkunum hjá einari kommunu sum er serstakliga skilagott og ábyrgdarfult rikin, serstakliga viðvíkjandi tí fíggjarliga partinum!

Eg má tíverri eisini seta spurning við, hvar teir eru, sum borgarar her í økinum til seinasta løgtingsval valdu at stuðla?

Avreiddu vit verðulig alla ávirkan úr økinum, við m.a. slíkum avgerðum til fylgju?

Fyrrverandi løgtingslimur her í økinum tykist at vera einasti lokali landspolittikarin, ið alment blæsir í lúður um ta dáraætlan, sum landsmynduleikarnir tykjast at vera í ferð við at fremja ímóti landið og fólkið okkara!

Hvussu naivur kann man vera?

Eg veit ikki, hvør kann verða meira kompotentur at úttala seg í hesum málið, enn m.a. alistjórar og havbúnaðarfelagið, ið kenna til hvussu barometur og mekanismur virka í samband við øll viðurskifti í hava við aling at gera.

Men tað, sum tey hava úttala seg um, tilrátt og ávara um, noyðist mann ikki at vera raketvísindamaður fyri at kunna roknað út!

Samstundis, sum at mest sum øll onnur í verðini undrast yvir og hava álit á okkara alivinnu og talsfólkum tess, og eygleiða og fylgja teirra ráðum bæði viðv. íløgum og verki annars, so tykjast tey, ið ráða fyri borgum okkara, at halda ávaringar og áheitanir frá vinnuni vera reina sjálvseymkan, og síggja helst alivinnuna syndraða í pettir, so eingin fær nakað burtur úr!

Løgið, at serliga “loysingarflokkurin”, letur seg draga upp á strá av hesum. Tað er júst eina suksesfulla vinnu og høga avkast hennara, ið vit kunnu byggja sjálvbjargni og eina framtíðar loysing á!

Hendan ætlanin, kemur helst at skjóta allar dreymar um loysing í sandra sorl!

—Men, vit hava jú fólkatingslimir, sum kunnu bidda okkum meira blokk, so tað gongur nokk!

Milliarda íløgur, sum bæði eru væl tilrættalagdar, væl umhugsaðar og væl fíggjaðar, standa nú í fríum falli! Millum hesar eru milliarda íløgur í útjaðaranum av Føroyum, so sum í Suðuroy, í Sandoy og helst eisini allar ætlanir um aling á opnum havi!

Hesar íløgur eru, ígjøgnum tríggjar skilaleysar løgtingsviðgerðir, saman við fleiri hundrað beinleiðis atknýttum arbeiðsplássum og helst fleiri hundrað avleiddum arbeiðsplássum afturat, í fríum falli, knústar av teimum somu, sum siga seg umboða verkafjøldina og útjaðaramenning!

Eg kann ikki annað enn at undrast, eftir at hava hoyrt hesar fólkavaldu serfrøðingarnar við løgmanni á odda, koma við einari framsøgn og aðrari eftir, um hví alivinnan skal skerjast, skilji tann í skilja vil, bert argumentini eru í ordan!

Ein freistast at spyrja, hvat er tað sum liggur til grunds hjá vinnuni fyri teirra útsøgnum! og øvugt, hvat rættvísgerð avgerðina hjá teimum sum ráða fyri borgum?

Eitt er vist, her í kommununi verður tað avroknað við kommunukassa 1, tá færri arbeiðspláss gerast í vinnuni, men tað er helst eitt feitt í høvuðsstaðarkommununi, har flestu av teimum fólkavaldu sjálvsagt búleikast!

Hví so er, ja tað má ein og hvør sjálvur kunna rokna út!

Hvar er Føroyingurin? Hvar eru sandoyingar, suðuringar, fólk á skálafjørðinum og annars øll, ið onkursvegna eru atknýtt og njóta gott av alivinnuni?

Sjálvt miðlarnir tiga og samtykkja?

Vit hava ikki minni enn tríggjar borgmeistarar á Skálafjørðinum, sum plaga at hoyrast sera væl, bert tann eini teirra, er at hoyra um hetta málið!

Hvussu ber tað til, er tað tann polittiski liturin ið forðar, og gerð at man tekur “oyn” fyri flokkin?

Okkara borgarstjóri hevur mær vitandi gjørt alt í síni makt til tess at tosa fornuft við skipanina, men tað tykist vera til fánýtis!

Men, kanska alt tað sama gerð, “går den så går den”

danin man borga við øktum blokki, um heilt illa vil til!

Óansæð, hetta er ræðuliga flóvisligt!

“Alt streingir sum tóna, sum vága og vóna, at eg verjið Føroyar mítt land”

Terje Beinar Vestergaard

Býráðslimur og formaður í Vinnu og Havnanevndini í Runavíkar býráð.