Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2023 23:19

Heilsan frá borgarstjóranum: Mentanardagar í Sunda kommunu

Heilsan frá borgarstjóranum í Sunda kommunu, nú Mentanardagar verða í Sunda kommunu 14.-24. september 2023.

Góðu øll somul í Sunda kommunu.

Tað er aftur í ár tykkum borgarum at takka, at vit kunnu bjóða eina rúgvusmikla og fjølbroytta skrá til Mentanardagarnar 2023.

Mentan­ardagarnir í Sunda kommunu eru komnir fyri at verða, og tað eru vit stolt av. Hesaferð hava vit, eins og undanfarin ár, eina spennandi, fjøltáttaða og rúgvusmikla skrá, ið inniheldur okkurt til okkum øll.

Runtum í kommununi bjóða vit hvør øðrum til hópin av til­ tøkum, framsýningum, tónleiki o.ø, bæði inni, úti í bygd­ unum, í fjøllunum og úti á Sundalagnum.

Í ár hava vit fleiri konsertir, kórsang og felagssang á skránni. Eitt leskiligt morgunmatarborð leygarmorgunin, kassabilakapping fyri yngri og eldri, framsýningar, gongutúrar og nógv annað undirhald, spæl og hugna fyri øll. Tað er vert at nevna, at í ár er nógv á skránni til børnini. Tey kunnu gleða seg til at syngja saman við Bubu og fara á skattaveiðu saman við sjórænarum. Eisini kunnu tey fara í skúmveitslu, brenna bál, grilla, spæla spøl við Margáir ella fara á perlucafé.

Sunda kommuna er partur av ABC fyri sálarligari heilsu, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað, at hoyra til og at vera virkin í gerandisdegnum. Mentanardagarnar eru vit nógv, sum eru rættiliga virkin, bæði við at skipa fyri men eisini at vitja og luttaka í ymsu tiltøkunum og eru hugbundin í tí, sum verður bjóðað. Í einum gerandisdegi, har til tíðir nógv ferð er á, eru Mentanardagarnir eitt gott høvi at steðga á og uppliva og njóta løturnar saman. Samstundis hava vit eitt gott høvi at vitja runt um í bygdunum í kommununi, eisini har vit sjáldan koma ella kanska ongantíð hava verið fyrr.

Vit møta nógvum kenningum og koma at kenna fólk, vit ikki kendu frammanundan. Vit umboða nógvar bygdir, býlingar, feløg, felagsskapir o.o., men um Mentanardagarnar eru vit saman sum ein Sunda kommuna.

Eg skal vegna býráðið bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til Mentanardagar í Sunda kommunu 2023.

Jógvan Kruse, borgarstjóri

Skráin til Mentanardagarnar kann síggjast her