Heilsu- og orkumálaráðið
Landsstýriskvinnan í heilsumálum heilsað í gjár upp á nýggja Heilivágsráðið, sum nú fer til verka.
Heilivágsráðið skal virka fyri skynsamari heilivágsviðgerð og tryggja, at tilfeingið á heilivágsøkinum verður gagnnýtt sum best. Ráðið skal millum annað kunna um skynsama nýtslu av heilivági, fylgja gongdini á økinum og koma við fakligum tilmælum í málum, sum kunnu hava týdning fyri viðgerðina og heilivágsútreiðslurnar.
Tað hevur týdning fyri landsstýriskvinnan, at skynsom heilivágsnýtsla ikki einans snýr seg um útreiðslur, men eisini um dygd, trygd og fakliga vælgrundaða viðgerð.
Heilivágsráðið skal vera eitt fakliga sterkt ráð, sum kann vera við til at tryggja, at heilivágur verður brúktur rætt og skynsamt. Tað snýr seg um røttu viðgerðina til sjúklingin, á røttum grundarlagi, sigur landsstýriskvinnan.
Í Heilivágsráðnum eru: Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd og formaður í Heilivágsráðnum, Ingun Hansen, virkandi landsapotekari, Elin Mouritsen, farmaseutur í Apoteksverkinum og samskipari í Heilivágsráðnum, Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, og Jan Rasmussen, læknafakligur depilsleiðari á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.
