Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at kl. 14.52 í dag, kom ein fráboðan, at ein bilur sum var komin niðarliga í Norðoyartunnilin, hevði mist eitt hjól meðan hann koyrdi, og var komin at standa nakað mitt fyri á sjálvari koyribreytini.
Hetta tarnaði ferðsluni og vóru bilar noyddir at steðga. Og førdi hetta við sær eina langa røð av bilum. Men nakrir av hesum bilførarum vóru tíðanverri ikki nóg ansnir, og rendu uppí reyvuna á bilum frammanfyri.
Løgreglan upplýsir, at eingin manskaðið stórst av hesum, men onkur var sendur við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Deil á Facebook