Hóast tað er vár og summar eisini nærkast, so merkir tað ikki at veðrið altíð skikkar sær so pent. Í morgun hava harðar hvirlur verið ymsastaðni. Kanska serliga á Heltnini í Oyndarfirið har fyrr í morgun vóru máldar upp í 45 m/s.
Annars verður vindurin minkandi út á dagin. Á føroysku veðurstovuni siga forsøgnin:
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin, skrivað kl 06:00 utc.
Strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, seinnapartin minkandi niður í frískur vindur til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, framvegis skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið verður millum millum 5 og 10 stig.
