Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2024 10:23

Hans Pilgaard hugleiðir um vón

Krabbameinsfelagið

Nú fært tú høvi at hoyra kenda danska fjølmiðlamannin og sjónvarpsvertin Hans Pilgaard siga sína søgu, um hvussu hann upplivdi at gerast sjúkur av krabbameini. Fyrilesturin er fyrst og fremst ætlaður tær, sum hevur ella hevur havt krabbamein og tínum avvarðandi. Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at tekna seg.


Mánadagin 24. juni klokkan 19.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri áhugaverdum fyrilestri á Hotel Føroyum. Tá fer Hans Pilgaard at siga sína søgu um, hvussu hann upplivdi at hava krabbamein. Tað var, sum hann sjálvur sigur:

– en historie med op- og nedture, lys og mørke, men også håb!

Tað var samstundis ein tíð, har hann varnaðist, hvussu heppin hann er at hava so góðar vinir og familju. Við hesum í viðførinum vil hann tí millum annað minna onnur í somu støðu á:

– at vón er ALTÍÐ
– at styðja seg til onkran, tá ið tú ert bangin og kennir teg einsamallan
– at minnast til tey avvarðandi, sum eisini verða meint rakt av støðuni

Set tveir tímar av til hetta serliga kvøld, og kom við til fyrilesturin hjá Hans Pilgaard, sum verður skipaður soleiðis:

Skrá:
Kl. 19.00 – 19.45: Hans Pilgaard sigur sína søgu og hugleiðir um vón
Kl. 19.45 – 20.15: Kaffisteðgur
Kl. 20.15 – 21.00: Spurningar og prát


Vit gleða okkum at síggja teg.

 
Tiltakið verður 24. juni klokkan 19.00 á Hotel Føroyum
Tilmelding: Tilmelding fer fram við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 31 79 59 ella skriva til kmf@krabbamein.fo 
Tilmeldingarfreistin: Seinasta freist at tekna seg er 17. juni 2024.