Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2024 13:42

Hamferð við nýggjari útgávu

Tíðindaskriv

Í dag, 22. mars, kemur Hamferð við nýggjari útgávu, ið nevnist “Men Guðs hond er sterk”.

Plátan tekur íblástur úr Skaðagrindini í Sandvík; ein lagnuhending hin 13. februar í 2015, har 14 hvalbingar og sandvíkingar lótu lív í grindadrápi.

Løgini á plátuni eru ímyndir av ymiskum upplivingum, ið kunnu vera knýttar at eini slíkum sorgarleiki, og eru tey sera fjølbroytt við bæði kendum og nýggjum tulkingum av ljóðmyndini hjá Hamferð.

Í samband við útgávundagin hevur Hamferð tiltak í Tutl-handlinum í Havn kl. 16:30, har møguligt verður at hitta limir og keypa plátu ella fløgu.

Afturat plátuni hevur Hamferð givið videolagið til “Marrusorg” út í dag. Videolagið kann síggjast her: