Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2022 13:53

Hált og vánalig koyrilíkindi

Mynd: Landsverk (savnsmynd)

Landsverk boðar á heimasíðu síni frá at hált er í støðum um alt landið. Tað eru vánalig koyrilíkindir á Oyndarfjarðarvegnum og á Gjáarvegnum, har er vánaligt sýni. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.

Og um veðrið sigur heimasíðan hjá føroysku veðurstøðini soleiðis um veðrið, at tað er frískur vindur upp í strúkur í vindi sunnan ella av landsynningi, sum seint seinnapartin veksur upp í skrið av landnyrðingi við hørðum hvirlum, serliga í norðara og vestara partin av landinum. Skýggjað ella samdrigið og í støðum nógvur kavi ella vátakavi, serliga norðanfyri og vestanfyri. Hitin í dag millum frostmarkið og 4 stig. Fyrrapartin í morgin, hvassur vindur ella skrið norðan ella av landnyrðingi, samdrigið og kavi ella vátaslettingur. Hitin -2 til 2 stig.