Í Íslandi, sum nógva aðrastaðnis, er vanligt at taka saman um eftir at eitt leikumfarð er farið afturum.
Og eftir fyrsta umfar í Úrvalsdeildini, bestu deildini hjá monnum í Íslandi, er Gunnar Vatnhamar millum teir 11 útvaldu hesa vikuna hjá Fótbólti.net.
Grundgevingirnar eru m.a., at hann skoraði fyrsta málið í landskappingini í ár og saman við liðfeløgunum eisini helt málið reint í fyrsta dystinum.
Til stuttleikar kann sigast, at fyrrverandi Everton og Tottenham leikarin, Gyfli Sigurðsson, sum nú spælir fyri Valur, eisini er við á liðnum hesa vikuna.
Deil á Facebook