Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2023 12:10

Gunnar Olsen nýggjur tilbúgvingarleiðari hjá Eysturkommnu

Gunnar Olsen er nýggjur tilbúgvingarleiðari hjá Eysturkommunu (Mynd: Eysturkommuna)

Eysturkommuna

Eysturkommuna hevur sett Gunnar Olsen sum tilbúgvingarleiðari hjá Eysturkommunu.

Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Eftirfylgjandi hevur hann tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu – og ambulansatænastu.

Gunnar hevur nógv tey seinastu árini arbeitt sum leiðari hjá Siemens AG í Aalborg og hevur harfrá  royndir innan leiðslu og tilbúgving.

Eisini var Gunnar ein partur av brunatilbúgvingin hjá táverandi Gøtu kommunu – eisini sum leiðar.

Gunnar byrjar í starvinum sum tilbúgvingarleiðari 01. November 2023.

Eysturkommuna bjóðar Gunnari vælkomnan og ynskir hon hepna hon í nýggja starvinum.