Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2026 09:21

Føroyska samfelagið er vorðið útlendskt

Sámal Sunnudag

Øgiliga lítið av føroyska samfelagnum kann í dag sigast at vera føroyskt, soleiðis skilt at tað er gjørt úr føroyskum tilfari. Sjálvandi er geografiska grundarlagið: lendið, luftin, vatnið og stórur partur av djóra- og plantulívinum føroyskt. Men longu her steðgar tað, tí í dag eru stórur partur av okkara flora og fauna innflutt, og hvat viðvíkir djóraslagnum, ið fyllir og ávirkar mest, so eru vit eisini væl og virðiliga blandað við onnur fólkasløg, bæði søguliga og nútíðarliga. 

Men tá ið vit tosa um sjálvt samfelagið og øll tey “ting”, ið samfelagið er sett saman av, er sera lítið av Føroya landi føroyskt, og undir øllum umstøðum er tað tilvirkað við útlendskari orku og/ella tøkni. 

Les meira: Føroyska samfelagið er vorðið útlendskt

Spjaldur