Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.08.2023 08:42

Gunnar og Klæmint vunnu

Mynd: HM

Stórdystur var í íslendsku bestu mansdeildini gjár, tá ið Valur, sum lá sum nr. 2 á stigatalvuni, tók móti oddaliðnum, Víkingur Reykjavík, í einum sonnum toppbrakið á Origi vøllinum hjá Valur.

Gunnar Vatnhamar var sum vant, millum teir fyrstu ellivu og leikti hann eisini allar 90 minuttirnar. Og hann og liðfelagarnir lótu ongan iva verða um hvat er besta liðið í Íslandi er í ár. Víkingur Reykjavík vann dystin heili 4-0, á nærmastu kappingarneytunum. Og við sigrinum, eru Víkingur Reykjavík nú 11 stig fremst, við einans 7 dystum eftir at leika.

Sigurin í gjár gjørdi eisini, at Víkingur Reykjavík er tað liðið, sum hevur vunnið flest stig í einum kappingarárið í íslendsku bestudeildini nakrantíð.

Aðrastaðnis, var tað Breiðablik, við Klæmint A. Olsen millum teir fyrstu ellivu, sum vann ein 2-1 pliktsigur á heimavølli á Kelfavík. Klæmint var ikki millum málskjúttarnir hesuferð. Hann leikti 80 minutti áðrenn hann var skiftur út.

Breiðablik er á 3. plássið, og hevur nú bert 4 stig upp til Valur á 2. plássið.

Komandi uppgáva hjá Breiðablik er í vikuni, tá ið teir skulu royna at vinna seg í bólkaspælið í Conference League, tá teir skulu til Norður Makedonia og møta FK Struga í fyrsta dystinum av tveimum.

Og síðani er ein føroyingauppgerð á skránni, tá Víkingur Reykjavík og Breiðablik møtast mánakvøldið 28. august á heimavøllinum hjá Gunnari.