Gunnar Vatnhamar hevur í dag longt sáttmálan við verandi meistarar-og steypavinnarar, Víkingur Reykjavík fram til ársenda 2027.
Eftir bert eitt kappingarár í íslendskum fótbólti, har hann var við til at vinna “the double”, so hava partnarnir nú avgjørt at leingja sáttmálan, soleiðis at sterki føroyski miðverjin, sum hevur verið ein týðandi partur av liðnum, verður at síggja í íslendskum fótbólti í nøkur ár afturat.
Hann hevur higartil leikt 31 dystir í íslendsku bestu deildini og skotið 4 mál.
Komandi uppgáva hjá Gunnari og Víkingur Reykjavík er sunnukvøldið tann 12. mai, á heimavølli, tá ið FH Hafnafjørður kemur á vitjan. Bæði liðini liggja fremst við 12 stigum eftir 5 dystir.
Deil á Facebook