Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2023 21:47

Gunnar fekk debut – Víkingur Reykjavík væl frá byrjan

Mynd: Víkingur Reykjavík

Gunnar Vatnhamar fekk í kvøld debut fyri nýggja felag sítt Víkingur Reykjavík, tá teir á útivølli leiktu ímóti Stjarnan í ársins fyrsta dysti í íslendsku bestu deildini, sum kallast Úrvalsdeildin.

Víkingur Reykjavík vann dystin 2-0 frammanfyri 1297 áskoðarum og kom sostatt væl frá byrjan. Gunnar byrjaði á bonkinum, men bleiv skiftur inn 85 minutti og hjálpti nýggja felagið sínum at halda málið reint teir síðstu minuttirnar.

Næsti dystur hjá Gunnari og Víkingur Reykjavík er á heimavølli komandi sunnudag tann 16. apríl, tá Fylkir kemur á vitjan.