Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2026 21:25

Gunnar er stórspælandi – 5. ferð á vikuliðnum

Mynd: Fótbólti.net

Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík vunnu aftur í gjár, hesu ferð móti FH Hafnafjørður, heili 5-0 í bestu deildini í Íslandi.

Gunnar settið hol á við og legði lið sítt á odda 1-0 longu í 12 minutti, áðrenn aðrir sluppu framat at skjóta málini.

Aftaná 8. umfarið, var Gunnar aftur kosin millum teir 11 útvaldu á Vikuliðnum.

Hetta er 5. ferð hetta kappingarárið, at hann er kosin millum bestu leikarar í íslendsku deildini.

Víkingur Reykjavík liggur við sigrinum í gjár nú á odda í deildini við 22 stigum.

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her