Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík er íslendskir steypavinnarar 2023.
Hetta gjørdist greitt í dag, tá ið teir vunnu ein 3-1 sigur á KA Akureyri á einum vátum og tungum Laugardalsvølli.
Gunnar leikti allar 90 minuttirnar á vinstra bakki, har hann leikti yvirav landsmanninum Jóan Símuni Edmundsson.
Í morgin er møguleiki fyri, at Víkingur Reykjavík eisini gerst íslandsmeistarar, um nærmasti kappingarneytin, Valur, snávar móti Stjarnan.
Eysturoyarportalurin ynskir Gunnari hjartaliga tillukku við gullinum.