Fyrsta umfar í bestu íslendsku fótbóltsdeildini varð leikt í vikuskiftinum.
Føroyski miðverjin á landsliðnum og Víkingarleikarin í Reykjavík, Gunnar Vatnhamar, var við frá byrjan, tá ið lið hansara fríggjakvøldið tók í móti einum av nærmastu kappingarneytunum til at vinna íslendska meistaraheitið, Breiðablik, á heimavølli.
Dysturin var javnur og endaði 1-1. Og Gunnar átti ein leiklut í útjavnaðindi málinum hjá Víkingi, tá ið liðfelagin Gyfli Tór Sigurðsson skoraði í 71 minutti.
Og eru tey eisini báðir, eftir fyrsta umfar, valdir á Vikuliðið hesa vikuna í Íslandi.

