Íslendska landskappingin endar hetta vikuskifti. Í gjár vóru allir dystirnir leiktir uttan tann eini, sum verður leiktur í dag, tá ið Breiðablik og Stjarnan møtast.
Víkingur Reykjavík vóru fyri tíð síðani krýndir meistarar, og í gjár settu teir eitt stórt punktum fyri hetta kappingarárið við at vinna heili 5-1 á Valur. Hetta var tó uttan Gunnar Vatnhamar, sum ikki var við í gjár.
Men hóast hetta, so hevur Gunnar Vatnhamar havt eitt framúr kappingarár fyri nýggja felag sítt, har hann bæði hevur vunnið íslendsku steypakappingina og íslendska meistaraheitið í sínum fyrsta árið í Íslandi.
Og í gjár var hann, saman við fleiri øðrum frá Víkingur Reykjavík valdur av miðlinum Fótbólti.net á “Ársins lið” ella sum íslendingar kallað tað “Úrvalslið ársins í Bestu deildinni 2023″
Deil á Facebook