Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2022 15:01

Grundøki í Leirvík til sølu til íbúðarbygging

Partur av matr.nr. 339a í Leirvík – umleið 1.215m2 – verður nú boðin til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Kommunan setir sum treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, postboks 258, 110 Tórshavn, telefon: 660500 ella 219325, og teldupost: eyl@sokn.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar og kunnu øll, sum vísa útboðnum áhuga, við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum, fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð, er fríggjadagin, tann 16. desember 2022, kl. 12:00.