Í dag er Grundlógardagur. Fyrsta grundlógin kom í gildi í 1849.
Fyrsta grundlógin varð samtykt tann 5. juni í 1849. Tann 5. juni í 1915 varð onnur grundlógin samtykt, og tann 5. juni í 1953 varð grundlógin á triðja sinni broytt.
Í Danmark er dagurin frídagur, meðan í Føroyum verður grundlógardagur eisini hildin, men kanska ikki líka hátíðarligt. Hjá summum er tað heilur frídagur, meðan hjá summum er tað antin hálvur frídagur ella ein heilt vanligur arbeiðsdagur.
Hjá donsku løgregluni í Føroyum er stongt í dag. Í fráboðan frá løgregluni í morgun stendur at lesa soleiðis:
Deil á Facebook