Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.04.2024 10:01

GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

G!festival

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara!

Íslendski bólkurin GRÓA kom brestandi á pall í 2018. Líka síðani hevur hann tikið öll á bóli við sínum óskikkiliga lyndi. Hesar fýra kvinnurnar úr Reykjavík eru garrvillar.

Til eina vanliga punk konsert fært tú ofta nokkso nógv av tí sama – alt gott um tað, soleiðis er hesin estetikkurin nú einaferð.  Men GRÓA hevur funnið sín egna leist innan punk og listarligan gang.

Í sínum örskapi er alt tó lagt óvanliga væl til rættis.
Trummurnar byggja tónleikin upp á púra egnan hátt, og konsertin er nógv fjölbroyttari enn tann vanliga punkframförslan.

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Spjaldur