Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2023 17:55

Grindafundur í Elduvík

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Borgarstjórin hevði, saman við sýslumanninum Jensi H. Jensen, kallað inn til fund í skúlanum í Elduvík miðvikukvøldið í vikuni. Tvær hvalvágir eru í Runavíkar kommunu – Funningsfjørður og Skálafjørður.

Havnameistarin, Brandur Højgaard, bjóðaði teimum møttu vælkomnum, og sýslumaðurin flýggjaði síðan grindaformanskort út frá Føroya Landsstýri. Tosað var síðan um mannagongdir, táið grindaboð eru givin og fram til at uppruddað er – orðaskiftið tók støði í skrivi, sum sýslumaðurin hevði sent luttakarunum frammanundan. Tosað varð um, hvør ið skal hava boð, táið grind er funnin. Grindaformenn, metingarmenn, skaðasýnismenn og Runavíkar havn. Tað er soleiðis, at allur grindareiðsskapurin er savnaður á einum staði, sum Runavíkar havn hevur ábyrgdina fyri. Havnin hevur samdøgursvakt árið íkring, og tað tekur bara nakrar fáar minuttir at flyta reiðsskapin frá goymsluni til hvalvágirnar. Tosað var eisini um uppskriving og avskriving/innskriving á teldu, og ynski var, at kommunan setur fólk av til hetta, táið skiftast skal. Umrøtt var eisini hvussu ein skal fyrihalda seg í mun til veður og rák, táið grind skal haldast til, og um tað, at ynski ofta er um at merkja livandi hval, táið grind verður hildin til.

Vísandi til kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval § 2, stk. 1 og stk. 3, hevur sýslumaðurin fyri Eysturoyar sýslu uppnevnt hesar persónar:

  • Michael Pattingson, Funningsfjørður.
  • Sylverius Jacobsen, Skála.
  • Heri Højsted, Funningur
  • Hans Pauli Ternusein, Funningsfjørður.
     

til grindaformenn, og

  • Dánjal Martin Hansen, Elduvík.
  • Jón Ingi Ejdesgaard, Oyndarfjørður.
     

sum tiltaksgrindaformenn fyri hvalvánna Funningsfjørður í tíðarskeiðnum frá 01. juni 2022 til 31. desember 2027. Hesir hava fingið myndugleikaprógv sambært § 6 í somu kunngerð.

Vísandi til kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval § 2, stk. 1 og stk. 3, hevur sýslumaðurin fyri Eysturoyar sýslu uppnevnt hesar persónar:

  • Jógvan Christiansen, Skála.
  • Regin Borðoy, Skálafjørður.
  • Ludvík við Stein, Glyvrar.
  • Jón Nónklett, Lamba.

til grindaformenn, og

  • Tóroddur Vang, Skálafjørður.
  • Tummas Petur Thomassen, Runavík.

sum tiltaksgrindaformenn fyri hvalvánna Skálafjørður í tíðarskeiðnum frá 01. juni 2022 til 31. desember 2027. Hesir hava fingið myndugleikaprógv sambært § 6 í somu kunngerð.

ES: Ludvík við Stein er til skips í løtuni og tí ikki við á myndini, sum borgarstjórin tók eftir fundin í Elduvíkar skúla.