Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2024 09:07

Grikkaland hevði munin

Gott lag á griksku kvinnunum, eftir at Veatriki Sarri hevur lagt Grikkaland á odda í fyrra hálvleiki - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Hóast innsatsurin hjá føroyska liðnum var góður, so hevði Grikkaland munin, og vann uppiborið 2-0 á Tórsvølli týsdagin.

Við einum máli í hvørjum hálvleiki, fór Grikkaland av Tórsvølli týsdagin við einum 2-0 sigri í viðførinum. Fyrra málið kom eftir 13 minuttir, og tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla, varð sigurin staðfestur.

Grikkar sótu á tí mesta, og tær komu eisini fram til fleiri góðar støður. Hinvegin høvdu okkara trupult við at skapa teir heilt stóru málkjansirnar, og sigurin hjá Grikkalandi má tí sigast at vera uppiborin.

Eftir fýra umfør í bólki C3 í undankappingini til EM 2025, eru Grikkaland og Montenegro fremst við 10 stigum í part. Føroyar hava 3 stig, meðan Andorra er aftast við ongum stigi.

Fríggjadagin 12. juli fara liðini á vøllin aftur. Á Tórsvølli taka Føroyar ímóti Montenegro, meðan Grikkaland fær vitjan av Andorra. Síðsta umfar í bólkinum verður spælt týsdagin 16. juli. Tá spæla Montenegro og Grikkaland, og Andorra og Føroyar.